- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann

Á dramatiskum rættarfundi í Føroya Sjórætti í dag komu vit nærri eini frágreiðing hvussu annar av teimum sjólátnu monnunum á Kambi hvarv

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2024-02-13 21:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað vara til tíðir sera dramatiskt at sita í Føroya rætti og hoyra hvat manningin hevði at fortelja um hvussu teir bjargaðu sær sjálvum og hvørjum øðrum frá lívshættisligu støðuni teir vóru komnir í fyri til síðst at verða hivaðir upp av bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi.

Mest dramatisk var frágreiðingin hjá 38 ára gamla manninum, ið sum tann síðsti varð bjargaður eftir at hava staðið kaldur og vátur í fleiri tímar á einum pullarti frammi á bakkanum á Kambi líka til skipið sakk.

Fýra dekkarar á vakt

Teir vóru fýra dekkarar, ið júst vóru komnir á vakt klokkan hálvgun fimm henda týsmorgunin 6. februar. Tá vóru teir við at vera lidnir við at seta.

Eftir at Kambur hevði siglt suður til byrjanarboyuna aftur, gjørdu teir seg til reiðar at byrja at draga.

Tær ymsu uppgávurnar í samband at línan skal dragast ganga upp á skift. Tann fjórði á vaktini hevði onga uppgávu í sambandi við at boyan skuldi takast inn. Hann var tí staddur uppi sínum egna kamari, tá skipið fekk slagsíðu.

Hansara frágreiðing í rættinum var tí ikki so dramatiskt. Hann fekk uttan stórvegis avbjóðingar tikið seg upp á brúnna.

[object Object]
Brunnurin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

19 ára gamal og á fyrsta línutúri

Meira dramatiskt var hjá hinum trimum.

Við virðing fyri tragisku umstøðunum fara vit ikki at nevna teir við navni her. Vit kalla teir hin elsti, hin yngri og hin yngsti.

Hin elsti var 47 ár og royndur línumaður. Hin yngri 35 ár eisini royndur línumaður og so hin yngsti, 19 ár, hevði verið onkran avloysaratúr við partrolara, hevði júst mynstrað á sínum fyrsta túri við línubáti.

Tann elsti og hin yngsti áttu tørn at standa úti á dekkinum og taka ímóti boyuni og vera við til at draga, meðan hin yngri (tann 38 ára gamli) átti tørn at standa við við ‘splittaran’ inni í skúrinum. Uppgávan hjá hesum manninum er at reinsa og røkja línuna tá hon kemur inn, so hon er klár til næstu setu.

- Men av tí at tann eini var ungur og á sínum fyrsta túri við línu, so avtalaðu vit, at eg eisini skuldi vera á dekkinum, tá vit skuldu taka boyuna inn. Eisini tí veðrið ikki var gott, greiddi hin 35 ára gamli frá í sjórættinum í dag.


Brýtur inn á dekkið

Tá boyan skal takast inn, verður tað gjørt úr eini lúku á bakborðs síðu. Annars verður línan drigin upp gjøgnum brunnin, tann sokallaða moon-pool’in upp gjøgnum botnin á skipinum.

Ein hydrauliskur lemmur er fyri hetta boyuopið. Teir komu fram móti boyuni og eydnaðust at fáa fatur á henni í fyrstu roynd, og eisini at fáa boyuna inn um lúnningina. Men ikki stongina.

Sjógvur brýtur inn á dekkið, men ikki meira enn tað so ofta hevur gjørt fyrr. Triðju ferð tað brýtur gerast menninir á dekkinum veruliga varugir við, at Kambur hevur trupulleikar við at rætta seg uppaftur, og tá gera teir av at blaka boyuna útaftur fyri at gera eina roynd seinni.

Í fyrstu atløgu lata teir lúkuna standa opna – tí tað plaga teir í slíkum førum. Men nú leggur Kambur seg enn meira á liðina, at enda so nógv, at undirkanturin á boyuopinum liggur undir vatnskorpuni, og sjógvur tekur at fossa inn í skipið.

Tá teir royna at lata lúkuna aftur, hon verður stýrd hydrauliskt, vil hon ikki fara longur aftur enn í helvt, so setir hon seg fasta. Helst hevur okkurt kílað seg fast í skinnaranum.

[object Object]
Fabrikkin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Hin yngsti bjargar sær upp á brúnna

Nú er vandi á ferð innsíggja teir tríggir menninir á dekkinum. Hin yngsti, sum hevur staðið í hurðini í bakborð fram móti fabrikkini er næstan undir í vatni. Hann fær boð um at lata hurðina aftur, men megnar tað ikki orsaka av fossandi sjógvinum.

Hann sleppur sær til rýmingar gjøgnum fabrikkina og kemur at enda upp á brúnna eftir eina dramatiska ferð, har hann fyrst fór upp gjøgnum eitt mannhol, síðani niður aftur í fabrikkina og aftur har línan verður sett, tí tað umhvørvið kendi hann betur, og haðani eydnast honum at vinna upp á brúnna.

Hann veit ikki hvat er hent við teimum eldru.

Ein bjargingarbátur kom framvið

Hesum greiddi tann 38 ára gamli frá í rættinum. Fyrst hvussu hann og tann nakað eldri dekkarin høvdu skorað seg gjøgnum eitt op, har fiskur skuldi ígjøgnum, fyri at koma fram í fabrikkina og síðani heilt fram í gronina í skipinum, har tað við tógvið stríð eydnaðist teimum at enda at koma upp gjøgnum ein leytara og lata eina hurð upp nærhendis kranan á bakkanum.

Men har var ikki talingur um at fara út, tí har var onki at halda sær í. Í hurðaopinum sóðu teir onkran bjargingarkrans koma rekandi forbí og eina flótidrakt, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa fatur í teimum.

Síðan kom ein uppblástur bjargingarbátur, sum vísti seg at vera bjargingarbáturin í bakborðssíðu, sum var útloystur  og blástur upp.

Teir sluppu sær í bátin. Hin 38 ára gamli var í vanligum arbeiðsklæðum til inniarbeiði og í tungum trygdargummistúvlum, meðan hin 47 ára gamli var í oljuklæðum og stúvlum.

Teir sluppu lættliga í bátin, men av onkrari orsøk, rak báturin ikki frá skipinum. Han má hava hingið í skipinum, uttan at teir tó sóu nakra línu.

Men teir sótu ikki trygt har leingi, tí við eitt punkteraði yvirtromin á bjargingarbátinum, sum fall saman. Teir máttu tí út um og seta seg á yvirtromina. Stutt eftir punkteraði botnurin eisini.

So lógu teir í sjónum, men hingu framvegis í bjargingarbátinum, sum fleyt. Tá sigur tann eldri við tann yngra, at nú er best at hann smoykir trygdarstúvlarnar av sær, tí tað er ómøguligt at svimja í tungum stúvlum.

Sjálvur ivast tann yngri í um hin eldri fekk sínar stúvlar av, tí hann var enn í oljubuksum uttan á stúvlunum, og tá er tað ikki lætt.

Tann 38 ára gamli dekkarin greiddi frá, at teir lógu nær gronini á Kambi, sum tá lá á liðini í sjónum. Meðan teir neyðhalda sær har, kemur súgur í sjógvin, og knappliga melur alt runt, og teir fara undir.

- Eg mátti halda ondini rættiliga leingi. Tá eg loksins kom uppaftur, sá eg onki til hin mannin. Eg sá hann ongantíð aftur. Boðini um at lata meg úr stúvlunum var tað seinasta eg hoyrdi frá honum, greiddi hann frá í rættinum. Hann royndi at skimast rundan um seg. men sá einki – hann hevði eisini mist brillurnar.

Kleiv upp á Kamb aftur

Nú var tað, at hesin tók avgerð um at klíva umborð á Kamb aftur. Við sínum seinastu kreftum eydnaðist tað honum at koma upp úr sjónum og heilt upp til pullartin á stýriborðssíðu. Hann máti taka buksureimina av fyri at gera sær eina lykkju at traðka í, fyri at taka seg tað seinasta pettið upp.

Á pullartinum kundi hann standa í lívd undir lúnningini, og har var eisini eitt rør hann kundi leggja armin um, so at hann stóð rættiliga fastur. Hann royndi at geva ljóð frá sær, men ongin varnaðist hann, greiddi hann frá.

So er tað, at hann hoyrir og sær bjargingartyrluna, sum fyrst leitaði rundan um skipið, og seinni fór undir at hiva teir 13 menninar upp, sum stóðu á bátadekkinum. Hann royndi at veittra við aðrari hondini meðan hann helt sær við hinari, men ongin sá hann.

Men tá so hinir vóru fingnir upp í tyrluna, kom bjargarin fram móti honum, tí tá hevði onkur av manningini sæð hann. Bjargarin gjørdi tvær royndir at koma til hansara, men gav upp.

- Tá eg sá tyrluna fara, hugsaði eg, um eg mundi fara at klára hetta áðrenn hon kom aftur.

Vildi ikki leypa á sjógv

Men hann kláraði tað. Var sera kaldur serliga um skóleysu føturnar. Hann greiddi frá, at tað at skelva er bara ein spurningur um ymisk stadiir, so tað var bert eina løtu, at hann skalv, men hann var øgiliga kaldur.

Tyrlan kom aftur, men vildi ikki gera eina roynd at bjarga honum, tí bjargarin slapp ikki framat orsakað av fremru mastrini á Kambi og einum krana, sum línan kundi fløkja seg í.

Teir bóðu hann leypa á sjógv, men tað vildi hann ikki, tí hann hevði upplivað hvussu sterkur súgurin kundi vera.

Tyrlan hekk uppi yvir manninum í umleið 50 minuttir, meðan Kambur spakuliga fyltist og gjørdist tyngri og tyngri í sjónum.

Tá tað breyt upp á 38 ára gamla dekkaran á pullartinum, og hann nakrar ferðir hevði verið undir í vatni, valdi hann at leypa útí og svimja frá skipinum. Eftir tað tók tað bert millum ein og hálvanannan minutt til hann var bjargaður upp í tyrluna.

--

Meira frá sjófrágreiðingini

Bara ein maður sá kokkin henda morgunin

Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder