Tann 21. mars hevði Vørn eina afturlatna uppboðsølu, har eitt, trý og átta ára rættindi at fiska svartkjaft vórðu seld.
Ein av aktørunum, sum bjóðaði seg framat, og fekk ein part á uppboðsøluni var reiðaríið Thor Fisheries, sum keypti umleið 2500 tons í eitt ár, fyri ein kiloprís á 0,30 oyru.
Hini reiðaríini, sum bjóðaðu og fingu nakað vóru Framherji, Næraberg, Varðin og Jókin. Eisini keypti Varðin Pelagic ein part av svartkjaftinum á uppboðsøluni, sum gav landskassanum eina inntøku á tilsamans 13,1 millión krónur.
Fleiri røddir hava verið frammi rundan um uppboðsølirnar, sum er ein liður í fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi 1. januar 2018.
Lógin hevur sett fólkið í Føroyum upp í móti hvørjum øðrum, har annar parturin er fyri, at tey, sum fiska fólksins ogn, skulu gjalda munandi meira enn tey hava gjørt í landskassan, og á hini síðuni stendur parturin, sum heldur, at tað er ríkiligt, at feløgini skulu gjalda eitt tilfeingisgjald.
Ætlanin hjá landstýrinum, at hava uppboðsøluna var, at nýggir aktørar á henda hátt kunnu bjóða seg framat í vinnuni, men hetta hevu tó ikki eydnast enn.
Hildibjartur Olsen, sum er skipari á uppsjóvarskipinum Hoyvík, sum reiðaríið Thor í Hósvík eigur, sigur, at talan er um eina miseydnaða roynd, at geva øðrum møguleikan at sleppa framat framat í vinnuni.
- Vit síggja tað ferð eftir ferð, at tað eru tey stóru reiðaríiini, sum keypa alt á uppboðsøluni. Hetta eru reiðarí, har reiðararnir hava verið alment frammi, og sagt, at uppboðsølan fór at geva teimum nógv størri bitar, enn tey kundu svølgja, men kortini keypa hesir stóru reiðararnir alt, bara fyri at halda nýggjum aktørum burtur, sigur skiparin á einasta uppsjóvarskipinum, sum Havnin hevur.
- Ætlanin var, at man skuldi geva nýggjum aktørum møguleikan at koma framat, og deila tilfeingið meira út til fólki, men her er okkurt, sum ger at tað ikki eydnast, sigur Hildibjartur Olsen, skipari.
Hoyvík hevur einans verið í vinnu í 8 dagar síðan tann 26. september í 2018.
Tað, sum skiparain sipar til er, at man hevur brúkt so nógva orku uppá, at loyva nýggjum aktørum framat, at man gloymir teir heilt lítlu aktørarnir, sum vóru framman undan.
- Hetta er ikki fyri at traðka á nakran, sum er í vinnuni. Teir gomlu aktørarnir hava klárað seg væl, og gjørt nógv gott fyri Føroyar, og teir nýggju, sum eru komnir inn gjøgnum menningarkvoturnar, hava óvia spennandi ætlanir, men tað er ikki rætt, at eitt nú vit, sum høvdu so lítið av uppsjóvarfiski frammanundan, skulu kempa so nógv fyri at vera við í kappingini.
- Tað er jú langt frá líka lætt hjá okkum at bjóða uppá tilfeingið, sum fer á uppboðsøluni sum hjá eitt nú hjá teimum, sum hava eginkvotur, og sum hava verið í vinnuni nógv tey seinastu árini, sigur Hildibjartur Olsen.
Hildibjartur Olsen saknar, at man frá landsins síðu ger tað lættari fyri teir smáu aktørarnar, sum vóru í vinnuni áðrenn at vera við í kappingini, men sum ikki hava líka nemt við at kappast, sum tey stóru og sterku reiðaríini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald