Innanlands

13 ára gamli Jógvan vann lutakastið

Lutakastið er partur av verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling stendur fyri – 13 ára gamli Jógvan Vang úr Kaldbak hevði sent Fiskaaling tveir brævbjálvar við sílaroðslu

Jógvan Vang umborð á Jákup Sverra (Mynd: Fiskaaling)

Jógvan Vang umborð á Jákup Sverra (Mynd: Fiskaaling)

2023-12-16 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 1. desember 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í árliga lutakastinum um 10.000 krónur. Lutakastið er partur av verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling stendur fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Fríggjadagin 8. desember var árliga lutakastið, og vinnarin gjørdist 13 ára gamli Jógvan Vang úr Kaldbak, ið hevði sent Fiskaaling tveir brævbjálvar við sílaroðslu.

Hann hevur longu tikið støðu til hvat vinningurin skal brúkast til. Ætlanin er at keypa ein Playstation 5, sílatráðu og oljuklæðir, skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi.

Roðsla kann geva okkum nógva kunning um síl, eitt nú um aldur og hvar sílið hevur hildið til. Í vinnandi brævbjálvanum var roðsla av síli, sum var 39 cm til longdar og vigaði 500 gr. Tað hevði livað tveir vetrar í ánni og tveir á sjónum. Eftir eitt ár í ánni var sílið áleið 8,7 cm og aftaná tvey ár 16,4 cm. Sílið var tvey ár tá tað fór á sjógv, og aftaná fyrsta árið á sjónum var tað 31,9 cm. Tá tað varð fangað tíðliga um várið, eftir annan veturin á sjónum, var tað 39 cm.

Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2024, og bjóðar Fiskaaling tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn sílaroðslu í bjálvum á sama hátt sum higartil. Lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur verður í desembur 2024, skrivar Fiskaaling.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder