2024-06-19 20:31
Vektin var 46,6 kilo og longdin 160 sentimetrar. So stórur var toskurin, sum bretin Daniel Pipes í gjár dró upp úr dýpinum í Lopphavet í Norðurnoregi.
Pipes og nakrir vinmenn vóru ein fiskitúr í gjár saman við Steinar Halvorsen, ið fiskar ferðafólk út á fiskileiðirnar úr Sandland í Loppa kommune norðan fyri Tromsø.
Nú vóna tey, at toskurin, sum Daniel Pipes fangaði, verður skrásettur sum heimsmet.
Hesin vigaði tó 400 gramm minni enn fin fiskur, ið varð fiskaður í sama øki í 2013, men longdin á tí toskinum var ikki nærhendis teimum 160 sentimetrunum, sum hesin toskurin máldi, skrivar nrk.no.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald