Í morgun fóru fleiri enn 50 føroyskar fyritøkur, 174 vinnulívsfólk, á ferð til Barcelona fyri at luttaka á stóru Ráðstevnuni SEG, Seafood Expo Global 2024.
SEG er ein tann størsta ráðstevnan í heiminum, og er ein miðdepil fyri innovation og samstarv innan sjógætis- og fiski ídnaðin, og gevur luttakarum úr Føroyum møguleika fyri at netverka, deila vitan og síggja nýggjastu tøknina í vinnuni.
SEG túrurin, ið 62°N Vinna skipar fyri hvørt ár, hevur havt serstakliga stóra undirtøku í ár og varð útseldur nærum beinanvegin. Hetta er eitt greitt tekin um tann vaksandi áhugan fyri at vera ein partur av hesum týdningarmikla tiltaki fyri føroyska vinnulívið, sigur 62°N.
Á SEG sýna fleiri av føroysku fyritøkunum fram føroyska sjógætis rávøru og tænastu. Eisini eru fleiri fyritøkur og vinnulívsfólk farin á SEG fyri at ogna sær vitan innan nýggjastu tøknina og marknaðargongdina í sjó- og fiskivinnuni. Hetta er týðandi fyri áhaldandi at vera kappingarførur á altjóða marknaðinum og somuleiðis skapa samband við altjóða samstarvspartnarar.
SEG Seafood Expo Global verður 23. - 25. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald