Runavíkar havn hevði aftur eitt gott ár í fjør. Tað skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.
Bruttoinntøkan setti met í 2022 – 21,7 milliónir krónur – og nettovinningurin var góðar níggju milliónir krónur. Hesin er nakað lakari enn í 2021, og tað kemst m.a. av tí orsøk, at nógvar umvælingar eru gjørdar á gøgnini, sum Havnarskrivstovan brúkar og umsitur fyri Runavíkar kommunu.
Ein inntøka, sum hvarv við farsóttini, og hevur havt ilt við at koma fyri seg aftur, er siglingin við ferðamannaskipum. Gongd er nú við at koma á hesa vinnuna aftur, og eftir at umboð fyri Runavíkar havn fyri kortum hava verið á árligu ráðstevnuni hesum viðvíkjandi í USA, kann staðfestast, at Runavíkar havn fær vitjanir av 15 ferðamannaskipum í 2023, og higartil hava 15 ferðamannaskip eisini heitt á havnina um at fáa keipláss í 2024, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald