2018-12-10 21:35
Tað var seint í summar at Uoosjóvarvirkið Varðin Pelagic byrjaði at virkað uppsjóvarfisk aftur, eftir at eldur hevði verið í virkinum, og á virkinum hava tey havt úr at gera síðan.
Finnur Fríði hevur júst landað 700 tons av góðum makreli til Varðan Pelagic, og Jupiter slapp framat í dag, at landa 1400 tons av makreli.
Bæði skipini hava viskað vestur úr Hetlandi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at talan er um góðan fiskiskap, og at makrelurin liggur um 400 gramm í miðal.
Finnur Fríði er ávegis aftur á makrelfelti, og Jupiter fer aftur á makrelveiðu, tá ið teir eru lidnir at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald