Innanlands

2900 tons av svartkjafti landast til Havsbrún

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Norðingur skulu landa til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-17 20:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Norðingur, sum hava verið á svartkjaftaveiðu, eru komin inn at landa.

Tróndur í Gøtu hevur størru nøgdina - 2700 tons, meðan Norðingur hevur 200 tons av svartkjafti.

Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

[object Object]Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder