Týsdagin 26. apríl legði havrannsóknarskipið Jákup Sverri leiðina inn á Tvøroyri eftir at hava verið rannsóknartúr kring oyggjarnar.
Endamálið var at geva suðuroyingum høvi at síggja skipið og stuttligt var at síggja ung og gomul vitja umborð.
Tiltakið var gjørt í sambandi við umhvørvisvikuna á Tvøroyri, og í hesum sambandi vóru eisini fyrilestrar í kantinuni á Varðanum Pelagic.
Har greiddi Eyð Eidesgaard, góðskuleiðari á Varðanum Pelagic frá framleiðsluni og sølu av uppsjóvarfiski.
Jan Arge Jacobsen, granskari á Havstovuni greiddi frá um uppsjóvarfiskastovnarnar markel, sild og svartkjaft og Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni greiddi frá um havstreymar og týdningin av teimum fyri livilíkindini hjá uppsjóvarfiskastovnum og livilíkindini á Landgrunninum sum heild.
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald