2024-07-16 14:05
Fríggjadagin 12. juli var hátíðarløta í kaffistovuni í Havn fyri Kristiani Martin Jacobsen sum fekk handað Kongsins Tænastuviðurkenning (belønningsmedalje) fyri trúgva tænastu hjá MEST í samfull 48 ár. Nógvir fyrrverandi og verandi starvsfelagar vóru við til væleydnaðu løtuna - har røða varð hildin, nú Kristian Martin hevði fingið viðurkenning frá kongi.
Kristian Martin byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, tann 28. apríl 1975 og arbeiddi sum elektrikkari øll árini fram til 22. desember 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald