Innanlands

Á skipasmiðjuni var eisini tíð til sang og andakt

Motorurin á Hvítanesi verður høvuðsumvældur, og ballastvatnsviðgerð verður sett í skipið

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-07-01 21:19 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyri tíðina liggur farmaskipið, Hvítanes, við skipasmiðjumolan í Havn. Motorurin verður høvuðsumvældur, og ballastvatnsviðgerð verður sett í skipið. 

Tað er eitt altjóða krav, so teir kunnu taka ballast inn, hvar tað skal vera og sleppa henni út, hvar tað skal vera, tí vatnið verður reinsað við nýggju útgerðini. 

Samstundis verður annað viðlíkahald gjørt, nú skipið kortini er á skipasmiðjuni.

- Skipið fer at liggja her hjá Mest í Havn í umleið eina viku afturat. Tá átti arbeiðið at verið liðugt, og tá fer skipið aftur í rutu,- Tað sigur skiparin Grímur Poulsen.

- Vit sigla mest í Norðureuropa, ella í Skandinavia, men eisini í Eystara salt. Tað hevur verið nóg mikið at siglt við, og tað sær ikki so galið út frameftir.-sigur hann.

- Vit sigla nógv við frystum fiski, og so hava vit treylarar og bingjur við ymiskum stykkjagóðsi. Vit hava eisini ført nakrar tvíkiljur til aluvinnuna, sigur Grímur. 

10 mans eru við Hvítanesi, og tvær manningar hoyra til skipið. Teir eru umborð í fýra vikur og hava so frí í fýra vikur.

Í gjár vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá manningina. Skiparin segði, at teir eisini vildu taka sær tíð til at syngja og hoyra Guds orð – tí tað var neyðugt.

Ein av manningini spældu á guitar, og sangurin rungaði í messuni.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder