-Tað má sigast at vera nýggjar tíðir við stórum tøkniligum framstigum og møguleikum, tá eg, eysturi við Kolahálvoynna í Barentshavinum, kann fylgja Stórmøtunum úr Føroyum. Harafturat kann eg síggja tey samstundis, sum tit har heima.
Tað sigur Tormóð Nesá, sum siglir við norska frystilínuskipinum Nesbakk.
- Eg siti á “lugaren”, sum norðmenn rópa kamari, og hyggi í teldilin og bæði hoyri og síggi væl møtini. Tað hevur stóran týdning at hoyra Guds orð, eisini umborð á skipi, har vit eru staddir í vikur, sigur hann.
-Heimamissiónin eigur stóra tøkk fyri teirra arbeiði við at náa út við gleðiboðskapinum, eisini á netinum. Har eru nærum óavmarkaðir møguleikar, sum eisini koma okkum sjófólkum og útisetum til góðar, sigur Tormóð Nesá.
Annars biður hann heilsa og sigur, at veðrið er vánaligt í løtuni og kavarok, men fiskiskapurin er brúkiligur.
Klokkan 18 í kvøld verður aftur Stórmøtið á Trubodin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald