Tá fer nevndarformaðurin, vegna nevndina, at leggja eitt metúrslit fram fyri aðalfundin. Rakstrarúrslitið fyri árið í fjør var 1,7 milliardir krónur, og úrslitið eftir skatt var 1,3 milliardir krónur.
Tað er aðalfundurin, sum er hægsti myndugleikin i felagnum. Umframt at góðkenna roknskapin, skal aðalfundurin eisini velja nevndina í felagnum. Tað er ikki lagt upp til broytingar í nevndini í ár.
Nevndarformaður á Bakkafrosti er Rúni M. Hansen. Hann hevur verið nevndarformaður øll árini felagið hevur verið skrásett á keypsskálanum í Oslo. Hann kom inn sum nevndarformaður í 2009, árið fyri felagið bleiv skrásett á keypsskálanum.
Bakkafrost hevur eina av longstu virðisketunum innan sína vinnu og eigur millum annað Havsbrún og biogasverkið Førka, og hevur virksemi í Føroyum, Danmark, Skotlandi, USA og Frankaríki.
Sambært rokniskapinum eru tað sløk 1800 fulltíðarstarvsfólk í Bakkafrost samtakinum, harav 1100 í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald