Innanlands

Ætlaða turrdokkin flutt nakað út

Umhvørvisstovan hevur góðkent broyttu ætlanina hjá Pf. MEST á Skála

2023-12-21 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skipasmiðjan MEST hevur júst fingið nýggja góðkenning av ætlanini at gera nýggja turrdokk á Skála. Góðkenningin er givið við heimild í grein 21 í lógini um verju av havumhvørvinum.

27. september góðkendi Umhvørvisstovan ætlanina at gera nýggja turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála.

Men 16. november fekk Umhvørvisstovan nýggja umhvørvisárinsmeting av eini broyttari ætlan, har nýggja turrdokkin verður flutt umleið 50 metrar í ein landnyrðing, t.v.s. út móti sjónum. Samstundis verður bryggjukanturin við ætlaðu turrdokkina fluttur samsvarandi.

Nýggja dokkin verður sostatt lutvíst uppi á landi og lutvíst á einum øki, sum verður fylt út á sjógv. Grótið, sum verður sprongt út fyri dokkini uppi á landi, verður brúkt til at fylla út fram við dokkini úti á sjónum.

Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá Pf. MEST á Skála, bæði núverandi virksemi og virksemið, tá nýggja turrdokkin er tikin í brúk. Í umhvørvisárinsmetingini er verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur.

Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er 9 metrar.

Umhvøvisstovan metir, at við at flyta nýggju turrdokkina 50 metrar burtur frá bygdini, verður ávirkanin av óljóði o.ø. ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini. Umhvørvisstovan góðkennir tí, at  broytta ætlanin hjá Pf. MEST at byggja nýggja turrdokk á Skála er fevnd av góðkenningini frá 27. september 2023, og at ikki er neyðugt við hoyring av nýggju umhvørvisárinsmetingini.

Umframt hesa góðkenning skal virksemið hjá Pf. MEST á Skála hava umhvørvisgóðkenning sambært kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Í umhvørvisgóðkenningini verða settar treytir til virksemið, eitt nú um spillivatn, óljóð, ljós, um skráseting, innaneftirlit o.a, skrivar Umhvørvisstovan á netinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder