2018-10-09 20:17
Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur seinastu vikurnar ligið í Spania, har ymsikt arbeiðið verður gjørt við skipið.
Skipið verður eitt nú sandblást, málað innan og uttan, og verðar ymsar tillagingar eisini gjørdar við skipið.
Mynd: Jákup Pauli Marsten
Akraberg fær nú eisini eyðkenda Framherja litin, sum reiðaríið Framherji í Fuglafirði nýtir til tey stóru skipini.
Akraberg kom í føroyska fiskiflotan summarið í 2013.
Arbeiðið uppá Akraberg er um at verða liðugt, og skipið fer ein av komandi døgunum at seta kós móti Føroyum.
Hesar litirnar hevði Akraberg, tá ið skipið kom í flotan í juli 2013 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald