Innanlands

Akraberg farin royndartúr

Akraberg fór í gjárkvøldið royndartúr, har verksmiðjan skal royndarkoyrast áðrenn skipið fer í vinnu

Akraberg (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

Akraberg (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

2022-07-07 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Akraberg loysti í gjárkvøldið og fór royndartúr, har verksmiðjan og útgerð skal royndarkoyrast.

Tað var í síðstu viku, at Framherji í Fuglafirði kundi yvirtaka og doypa sín fyrsta nýbygning, síðan felagið varð sett á stovn í 1994.

Talan er um ein sera stóran og framkomnan verksmiðjutrolara, sum er bygdur á Vard skipasmiðjuni í Brattvåg.

Í gjárkvøldið fór skipið úr Brattvåg, og skipið skal nú royna verksmiðjuna og útgerðina áðrenn skipð fer í vinnu.

Umborð eru umboð fyri teir ymsu veitararnar og reiðarínum.

Nýggi Akraberg kostaði 375 milliónir krónur nú skipið er handa reiðarínum. 

Akraberg fer beint til fiskiskap tá ið skipið er royndarkoyrt og riggað til.

Sí eisini: Myndir: Akraberg doyptur í Brattvåg

Sí eisini: Myndir: Her er nýggi Akraberg

Sí eisini: Video: Droymt um hetta leingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder