2019-01-12 13:51
Verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði, hevur sett kós móti Føroyum.
Teir hava fiskað síðan 9. desember, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at teir hava 900 tons av avhøvdaðum og frystum toski, og 400 tons av slógvi í tangunum, nú teir hava sett kósina móti Føroyum.
Veiðan skal landast í Fuglafirði, og væntandi verður Akraberg á Fuglafirði týsdagin. Akraberg byrjaði túrin í russiskum sjógvi, og fór eftir nýggjár í norskan sjógv at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald