Innanlands

Akraberg kemur á Fuglafjørð seint seinnapartin

Verksmiðjutrolarin hevur verið í dokk í Spania

2018-10-16 06:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg, sum hevur verið í dokk seinastu vikurnar, verður á Fuglafirði í kvøld.

Skipið loysti úr Spania í síðstu viku, og gongst sum ætla vera teir á Fuglafirði um 17 tíðina í kvøld, upplýsir Erland Olsen, skipari.

Í Spania er skipið málað, og ymiskt viðlíkahald gjørt við skipið.

Akraberg hevur nú eisini eyðkendu litirnar, sum reiðaríið, Framherji, brúkar til tey stóru skipini hjá felagnum.

Erland Olsen væntar, at teir liggja á Fuglafirði í eini tríggjar dagar á Fuglafirði, har útgerð skal takast umborð, áðrenn farið verður til fiskiskap aftur.

Akraberg fer í russiskan sjógv, tá ið teir fara aftur til fiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder