2023-12-18 21:37
Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan sum er 465 tons av rundfrystum, verður landað í Fuglafirði, og síðani verður farið í jólafríð.
Akraberg fór úr Føroyum tann 13. november, og skipið hevur fiskað bæði í norskum og russiskum sjógvi hendan túrin.
Manningin taldi 24 mans, og skipari var Thorfinn Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald