2018-12-08 21:12
Teir hava verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Teir hava fulla last - 900 tons av avhøvdaðum og frystum toski við til lands, sum teir skulu landa í Fuglafirði.
Akraberg hevur umleið 500 tons eftir av kvotuni, og tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur til fiskiskap í Barentshavinum.
Skipari hendan túrin var Erland Olsen, og tá ið loyst verður aftur verður tað við Eyðun á Bergi sum skipara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald