2023-02-27 21:34
Akraberg, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin.
Veiðan, sum er 1100 tons, har talan er um avhøvdaðan og kruvdan fisk umframt súrløgu.
Skipari hendan túrin var Eyðun á Bergi, og Akraberg fer helst aftur til fiskiskap í morgin.
Akraberg er heimahoyrandi í Fuglafirði, men vegna plásstrot fór skipið á Ánirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald