2019-04-03 22:46
Verksmiðjutrolarin Akraberg kom til Norra í gjár, har teir skulu landa.
Akraberg hevur verið á rækjuveiðu í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Upplýst verður at teir hava 628 tons av rækjum, sum verða blokkfrystar umborð.
Akraberg hevur verið til fiskiskap í ein góðan mánaða.
Akraberg fer aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum í morgin, og skipari verður aftur Erland Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald