Verksmiðjutrolarin er ávegis til Føroyar aftaná sín fyrsta túr til fiskiskap síðan skipið bleiv yvirtikið í juni.
Tað var ein stór løta í Brattvåg í Norra tá ið Framherji kundi yvirtaka nýggja Akraberg í endanum av juni í ár.
Skipið bleiv síðan riggað til, og fór til fiskiskap. Fyrst í norskum sjógvi, at royna útgerðina og verksmiðjuna, og síðan fór Akraberg í russiskan sjógv, har Enniberg, Gadus og Sjúrðarberg eisini fiskaðu.
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og skipið hevur roynst væl. Akraberg landar veiðuna í Fuglafirði, og tekur tað umleið trý til fýra samdøgur at sigla heim.
Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík, hevur eisini sett kós móti Føroyum. Gadus skal landa í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald