2025-04-06 21:57

Verksmiðjutrolarin Akraberg kemur á Fuglafjørð í morgin, har skipið skal landa 1.100 tons av botnfiski og 500 tons av súrløgu.
Akraberg hevur fiskað í norska partinum av Barentshaivnum, og skipið hevur 1.100 tons av toski og hýsu umframt 500 tons av súrløgu, sum skal landast í Fuglafirði.
Akraberg fór til fiskiskap tann 24. februar og fer nýggjan túr tá ið liðugt er at landa og skipið hevur skift fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald