Føroysku alifyritøkurnar tóku metnógvan laks í farna ári. Tað vísur uppgerðin, sum Havbúnaðarfelagið hevur gjørt og lagt út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Tøkan í 2021 var 94.823 tons í kruvdari vekt. Hetta er nógv tað mesta, sum nakrantíð er slaktað í Føroyum. Hetta er 30 prosent meira enn árið frammanundan, og smá 22 prosent meira enn metárið 2019, tá tøkan var 77.863 tons.
Havbúnaðarfelagið skrivar, at eftir at árliga framleiðslan frá føroysku alivinnuni í nøkur ár meira ella minni hevur staðið í stað, síggjast nú veruliga úrslitini frá teimum íløgum, sum eru gjørdar at ala størri smolt á landi.
Alivinnan arbeiðir áhaldandi við at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum, og ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast.
Talið av laksum, sum vórðu tiknir í fjør lá um 19,3 milliónir, sum eisini er væk hægri enn árini frammanundan, tá tað vórðu tiknir ávikavist 14,0 og 14,3 milliónir laksar.
Hinvegin var støddin nú nakað minni. Miðalvektin á tikna laksinum í 2021 var 4,93 kilo, meðan hon í 2020 var 5,20 og í 2019 5,45 kilo, vísa hagtølini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald