Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelag hjá Fólkaflokkinum, skipar í kvøld fyri almennum fundi um alivinnu undir yvirskriftini “Kann alivinnan skapa burðardyggan vøkstur næstu 10 árini“.
Á fundinum verða framløgur og kjak. Fólkaflokkurin heldur, at neyðugt er, at vinnan fær tryggar karmar at virka undir, og at vinnan fær loyvi at hava yvirskot. Tá verða íløgur og nýhugsan framd. Tað er einasti vegur til vøkstur og vælferð, sigur flokkurin.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti fer at hava framløgu umframt at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, leggur fram um “at vælferðin bara kann minka, um vinnan ikki fær loyvi at tjena pengar”.
Fundurin verður klokkan 20 í Østrøm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald