Í farnu viku kunngjørdi íleggjarasamtakið Coller FAIRR nýggja frágreiðing, har stóru proteinframleiðararnir í heiminum verða mettir í mun til burðardygt virksemi.
Meting er gjørd av 60 stórum proteinframleiðarum kring heimin, ið tilsamans hava eitt virði á 338 milliardir dollarar. Feløgini verða mett við støði í tíggju ymiskum økjum innan umhvørvi, sosial- og leiðsluviðurskifti, millum annað útlát av vakstrarhúsgassum, nýtsla av heilivági í framleiðsluni og arbeiðsumstøður.
Bakkafrost er í top 3 í frágreiðingini fyri 2020, og Bakkafrost er samstundis eitt av bert trimum feløgum, sum verða mett sum feløg við lágum váðastøði at gera íløgu í.
- Vit eru sera væl nøgd við at verða viðurkend sum ein tann mest burðardyggi proteinframleiðarin í heiminum. Menning og vøkstur gjøgnum burðardygd hevur hægstu raðfesting hjá okkum. Vit miða eftir at framleiða sunnan og føðslugóðan laks til heimsins vaksandi fólkatali gjøgnum burðardygt virksemi við størstu virðing fyri okkara umhvørvið, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
Í seinastu frágreiðingini um burðardygd hevur Bakkafrost bundið seg til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt áðrenn 2030. Seinastu árini hevur Bakkafrost miðvíst broytt mannagongdirnar í alingini til tess at minka um útlátið.
- Vit seta áhaldandi nýggj átøk í verk til tess at minka um okkara árin á umhvørvið. Við at hava alla virðisketuna, frá fóðri til lidna vøru, hava vit fult ræði á framleiðsluni, og tí hevur Bakkafrost ein upplagdan møguleika at framleiða sunna matvøru á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt, sigur Tordis Poulsen, ið er leiðari fyri burðardygd hjá Bakkafrost.
Frágreiðingin hjá Coller FAIRR kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald