Yvir hálvthundrað fólk úr tólv ymiskum londum í Evropa og úr USA verða við á fyrstu ráðstevnuni í stóru taraverkætlanini SeaMark, sum Horizon Europe er við til at fíggja.
Byrjað verður á Hotel Hafnia týsdagin, tá ið landsstýrimaðurin í Umhvørvis-og vinnumálum, Magnus Rasmussen, fer at seta ráðstevnuna. Harumframt verða framløgur frá Horizon Europe umsitingini í Brússel, og framløgur verða eisini frá granskingardeildini hjá orkumálaráðnum í USA, World Wildlife Fund, og frá stóra matvøruframleiðaranum Orkla í Noregi, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Ráðstevnan heldur fram til hósdagin, og meginpartin av tíðini verða framløgur og arbeiðsfundir millum tær 25 fyritøkurnar og granskingarstovnarnar, sum eru við í samtakinum handan SeaMark verkætlanina. Mikudagin verður vitjað á framleiðsluvirkinum hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, og á taraaliøkinum á Funningsfirði og á Gøtuvík.
SeaMark verkætlanin byrjaði í juli og gongur yvir fýra ár. Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. Millum annað verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast í staðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Eisini fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast í staðin fyri plastikk.
Les eisini: 70 milliónir frá Horizon Europe til slóðbrótandi verkætlan
SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir.
Føroyska taraalifyritøkan Ocean Rainforest leiðir og samskipar verkætlanina, og ætlanin er at menna framleiðsluførleikan av taraúrdráttum í Føroyum munandi.
Føroyski granskingarstovnurin Sjókovin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini. Sjókovin hevur m.a. ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar. Aðrar fyritøkur frá ymsum evropeiskum londum eru eisini við í verkætlaini. Teirra millum eru fyritøkur við áhuga fyri taraaling, og fyritøkur, sum framleiða burturúr tara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald