
Ango, nýggjasti pelagiski trolarin í føroyska flotanum, hevur seinastu dagarnar ligið á skipasmiðjumolanum í Havn, har okkurt smávegis er gjørt við skipið.
Nú bíða teir eftir betri veðri, og eftir ætlan fara teir á makrelveiðu seinni í kvøld.
Flestu makrelskipini eru inni vegna veður, men fara væntandi avstað aftur tá veðrið batnar.
Seinnapartin hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð. Bøn var eisini fyri skipi, manning og teirra kæru, áðrenn signingin var lisin.
Teir vóru eisini heilsaðir við gomlu føroysku heilsanini: - Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við skipinum.
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald