Innanlands

Andersens Beding fingið vind í seglini

Andersens Beding Sp/f hevði 5 milliónir krónur í avlopi í fjør

(Mynd: Andersens Beding)

(Mynd: Andersens Beding)

2022-09-28 20:02 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ein fyritøka, sum hevur fingið veruligan vind í seglini seinastu árini er Andersens Beding á Strondum.

Søgan í stuttum er, at í 1994 keypti Anders Andersen Stranda bátasmiðju og fer hann saman við synum sínum og versoni undir at byggja virksemi upp aftur á Strondum. 

Virksemið hjá Andersens Beding er vanligt bedingsvirksemi, størri og smærri umvælingar og nýgerð av smærri og størri bátum upp til umleið 100 tons. 

Andersens Beding upplýsir sum flest onnur feløg ikki samlaðu samlaðu søluna. Men bruttovinngingurin í 2021 var 12,6 mió.kr., sum eitt vet lægri enn í 2020, tá bruttovinningurin var 13,2 mió.kr. Talan er um eitt fall á 4,3 prosent. Upplýsast kann annars at bruttovinningurin er fallin síðstu trý árini.

[object Object]

Starvsfólkakostnaðurin hjá felagnum í 2021 var 5,9 mió.kr., sum er 551 tkr. lægri enn í 2020.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 6,8 mió.kr. í 2021, sum er tað sama sum í 2020.

Ársúrslitið í 2021 var 5 mió.kr., sammett við 5,1 mió.kr. í 2020.

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 250.000 kr. av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigaran.

Samlaða fíggjarstøðan í 2021 var 29,6 mió.kr., í mun til 24,9 mió.kr. í 2020.  

Støðisogn, sum er bygningar og útgerð er bókað til 9,7 mió.k. í 2021 sammett við 9,5 mió.kr. í 2020.

Ogn í umferð øktist úr 15,5 mió.kr. í 2020 til 19,9 mió.kr. í 2021. Størsta broytingin er, at tøki peningurin er øktur úr 9,4 mió.kr. í 2020 til 13,8 mió.kr. í 2021. Staðfestast kann tískil at felagið er væl fyri gjaldførisliga. Lyklatalið ”gjaldførislutfall” var í 2021 heili 1.380 prosent., sum er óvanliga gott.

Felagið hevði við árslok 2021 onga langfreistaða skuld og stuttfreistaða skuldin í 2021 var 1,4 mió.kr. sammett við 1,5 mió.kr. í 2020.

Eginpeningurin hjá Andersens Beding var við árslok 2021 í alt 27,7 mió.kr. sammett við 22,9 mió.kr. í 2020.

Trygdarevnið, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var 93,4 prosent í 2021 sammett við 92 prosent í 2020. Tað má staðfestast at talan er um eitt fíggjarliga sterkt felag.

Stjóri í Andersens Beding Sp/f er Asbjørn Jóhan Samson Andersen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder