Føroya Reiðarafelag boðar í dag frá, at Anfinn Olsen leggur frá sær sum formaður og nevndarlimur í Reiðarafelagnum. Anfinn Olsen hevur verið formaður í Reiðarafelagnum síðan september 2014 og hevur sostatt virkað sum formaður í næstan hálvtfimta ár.
- Eg havi sæð hetta starvið sum eina uppgávu, ið eg skuldi røkja í eitt tíðaravmarkað skeið. Eg tók hesa uppgávuna á meg fyri meira enn fýra árum síðani, tá Reiðarafelagið ongan formansskap hevði og tørvur var á einari greiðari leiðslu í nevndini. Tí gjørdist eg formaður í felagnum tá, sigur Anfinn Olsen.
- Ætlanin var í veruleikanum ikki at sita so leingi, sum eg havi sitið í hesum sessi, og tíðin er nú komin at rigga av. Eg meti, at felagið er í góðum hondum og er ført fyri at røkja tær uppgávur, sum Reiðarafelagið eigur at røkja.
Hanus Hansen verður nú virkandi formaður, eftir at hann seinastu árini hevur verið næstformaður í nevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald