Ango var á svartkjaftaveiðu tá teir fingu trupulleikar við aksilsgeneratorinum seinastu túr. Teir sigldu á Havnina, har aksilsgeneratorurin skal umvælast, men hetta kemur væntandi at taka rúma tíð, og mátti annað skip til fyri at fiska kvotuna.
Reiðaríið hevur valt at leiga Asbjørn úr Hirtshals. Reiðaríið, ið eigur Asbjørn, átti eisini Ango áðrenn skipið tað kom í føroyska flotan í november í fjør.
Sum skilst eru fólk frá reiðarínum longu farin til Hirtshals eftir Asbjørn. Sambært sjófeingislógini skal skipið skrásetast í føroyska flotanum.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá John Mikkjal Godtfred, sum er ein av eigarunum, men tað hevur ikki eydnast.
Greinin er rættað klokkan 21.35.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald