Innanlands

Ango seldur fyri knappar 50 milliónir krónur

Ango bleiv mánadagin strikaður úr føroysku skipaskrásetingini, og hevur fingið heimstað í Marokko

Ango (Savnsmynd: john Pitcher)

Ango (Savnsmynd: john Pitcher)

2026-08-12 12:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Ango bleiv mánadagin strikað úr føroysku skipaskrásetingini, og er selt til Marokko fyri 47,2 milliónir krónur.

Tað skrivar Kringvarpið í morgun.  

Ango hevur havt heimstað í Føroyum seinastu fýra árini, og avloysti eitt minni uppsjóvarskip við sama navnið.

Eigararnir hava upplýst fyri miðlunum, at keyparar frá Marokko komu til Føroya at hyggja eftir fleiri skipum, sum standa á sølulista, og at áhugi var fyri Ango, og tí fingu teir eitt boð.

Eigararnir valdu at taka av, men tilgongdin hevur verið drúgv og tikið meira enn eitt hálvt ár. 

Eigararnir á Ango eru í gongd við at gera tillagingar, og leggja saman við eigarunum á Biritu úr Havn og Dalsgaard brøðrunum, sum eru farnir úr felagnum Kinnfellið, sum er fari í tvíningar. Hetta felagið eigur uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu.

Heri Godtfred, sum er ein av eigarunum, og skipari umborð á Ango hevur upplýst at reiðaríið ynskir at keypa eitt nýggjari og størri skip.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder