Fyri mánaðum síðani frættist, at pelagiska skipið, Ango, var selt til Marokko í Norðurafrika.
Tað hevur tó tikið drúgva tíð at fáa øll loyvir og pappír í lagið, so skipið kundi yvirtakast av nýggja reiðarínum. Nú er alt í lagið, og í morgun loysti Ango av Runavík og setti kós móti Marokko.
Sjómanstrúboðarin hevur tosað við skiparan og ein av eigarunum av Ango, Heri Godtfred, og hann greiðir soleiðis frá:
- Umboð fyri reiðaríið í Marokko vóru her í desembur og hugdi eftir fleiri skipum í Føroyum, sum hóskaðu til teirra tørv. Teir vístu størsta áhugað fyri Ango og komu við einum boði, sum vit góðtóku.
- Hetta árið hevur tí verið eitt sindur serstakt fyri okkum. Vit fiskaðu okkara makrel- og sildakvotu í januar. Síðani varð skipið lagt og rigga av, tí tað skuldi seljast. Vit leigaðu síðani Jupiter og fiskaðu okkara svartkjaftakvotuna í vár. Ango hevur tí ligið í seks mánaðir, meðan arbeitt hevur verið við at fáa øll loyvir uppá pláss, sigur hann.
- Er Ango eitt gott skip?
- Ja. Tað er frá 1999, men er í sera góðum standi og er dagført. Vit keyptu tað á sumri í 2022, og hava verið sera væl nøgdir við skipið.
- Hví selja tit eitt gott skip?
- Bæði tí vit fingu eitt gott boð og tí vit ætla at fáa okkum eitt nýggjari skip. Nú arbeiða vit við at leggja loyvir saman og at fáa okkum annað og vónandi nýggjari skip.
Seks føroyingar og ein marokkani sigla skipið til Marokko. Tað eru 2000 fjórðingar og tekur umleið eina viku.
Sjómansmisiónin ynskir nýggju eigarunum tillukku og Guds signing við skipinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald