2024-01-19 20:03
Uppsjóvarskipið Ango kom á Havnina í vikuni, har skipið bíðaði eftir landingartørni.
Ango hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan, sum er 1.900 tons, skal landast til Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Ango hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald