2021-11-05 13:52
Junior sum er keyptur úr Hirtshals, og sum kom til landið sunnukvøldið, er nú yvirtikin av nýggju eigarunum og skrásettur í føroysku skipaskrásetingini.
Navnið er Ango, og skipið er keypt fyri 50 milliónir, og hevur fingið tillutað kvotur frá Fiskimálaráðnum í sambandi við ítøkiligt skipakeyp.
Ango er 56 metrar langur, 12 metrar breiður, og er bygdur í 2000.
Heimstaðurin er Vágur, har tað eisini hevur verið skrásett áður. Tá var tað undir navninum Nýborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald