Uppsjóvarskipið Ango er selt, og strikað úr Føroyska flotanum.
Ango fór úr Føroyum fyri skjótt tveimum vikum síðani, og bleiv í gjár strikaður úr føroyska flotanum, har skipið hevur verið skrásett seinastu fýra árini.
Skipið er selt til felagið STE S2H Pélagigue SARL, sum hevur heimstað í Dakhla, sum hoyrir til Marokko.
Skipið kom í síðstu viku til Marokko undir føroyskum flaggi, har nýggju eigararnir skuldu yvirtaka skipið.
Talan hevur verið um eina drúgva sølutilgongd, men loksins er Ango komin til Marokko, har skipið nú skal fiska.
Í sambandi við søluna, so eru nakrar tillagingar gjørdar við skipið, eitt nú er ein tangi blombaður, soleiðis at skipið lastar eitt vet minni enn tað gjørdi áðrenn.
Eigararnir á Ango arbeiða við at leggja saman við reiðarínum, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu og Dalsgaard beiggjunum, sum vóru við í Kinnfelli, sum nu er farið í tvey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald