Skipara- & Navigatørfelag hevur í dag havt ársaðalfund á Hotel Tórshavn, har nevndarval var á skránni.
Seks nevndarlimir stóðu við afturvali. Tveir av nevndarlimunum fullu, og tveir nýggir komu í nevndina. Teir báðir nýggju nevndarlimirnir eru Jón Bogi F. Guttesen, havnastjóri á
Tvøroyrar Havn og Jóhan Eli L. Poulsen skipari á partrolara.
Eftir aðalfundin var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni.
Nevndin hjá Skipara- & Navigatørfelag sær nú soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð, formaður
Elias Zachariassen, næstformaður
Jón Bogi F. Guttesen
Ellintur Abrahamsen
Jóhan Eli L. Poulsen
Annfinn Fagraklett
Niels J. Nielsen
Jørgen Nielsen
Jan Haldansen
Jákup Gøthe
Kristin Friis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald