Innanlands

Aquafacts - slóðbrótandi pallur til alivinnuna

Á skjótan og einfaldan hátt sær brúkarin aliøkir, lúsatøl, biomassar, brunnbátar, AIS, og fíggjarligar greiningar av alifeløgunum í Norra, Føroyum, Íslandi og Skotlandi

Óli Samró og Hanus Samró

Óli Samró og Hanus Samró

2022-02-07 08:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aquafacts er ein talgildur pallur, har tú á skjótan og einfaldan hátt sær aliøkir, lúsatøl, biomassar, brunnbátar, AIS, og fíggjarligar greiningar av alifeløgunum í Norra, Føroyum, Íslandi og Skotlandi. Hagtølini eru automatiserað og talgildað.

Tað er Fishfacts B.V., sum er átt av føroyingunum, Óla og Hanusi Samró, ið eigur og rekur Aquafacts.com.

- Vit hava seinastu árini fingið fleiri áheitanir frá alivinnuni, tí fleiri av kundum okkara eru í fiski- og alivinnuni.

- Vit savnaðu fiskivinnuna á Fishfacts, meðan vitan og upplýsingar um alivinnuna vóru spjaddar og truplar at fáa fatur á. Tí var tað natúrligt, serliga, tá alivinnan spurdi eftir tænastuni, at vit eisini savnaðu upplýsingarnar um alivinnuna á einum stað, sigur Hanus Samró.

Aquafacts kann heintast sum app á Google Play og App Store.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder