Innanlands

Arbeiða við at byggja nýtt skip fyri Norðborg

Arbeiðið er ikki bjóðað út, men reiðaríið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum við nýggjum skipi

Arbeitt verður við einari nýggjari Norðborg (Mynd: Norðborg - Mynd: Reiðaríið)

Arbeitt verður við einari nýggjari Norðborg (Mynd: Norðborg - Mynd: Reiðaríið)

2023-03-04 08:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Enn er einki ítøkiligt, men arbeiðið er í gongd, og um eini tveir mánaðir veit man meira.

Tað sigur skiparin, Jón Rasmusen og ein av eigarunum á Norðborg, sum í løtuni arbeiðir við ætlanum um at fara undir at fyrireika eitt nýtt verksmiðjuskip, sum skal avloysa Norðborg.

- Ja, tekningar eru á borðinum, men enn eru vit ikki komin nóg langt til at siga nakað meira ítøkiligt um skipið, sigur Jón Rasmusen, skipari er partaeigari.

Tekningin, sum í løtuni er frammi, vísir eitt skip, sum verður 99,3 metrar langt og 21 metrar breitt, men enn er einki avgjørt.

- Tað er á tekniborðinum enn, og avgerð er tikin um at tað skal bjóðast út um nakrar mánaðir, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.

Norðborg er nú knapt 14 ára gomul, og tí er tað tíð uppá at hugsa um at gera eina íløgu í eitt nýtt skip, men enn er einki ítøkiligt at fortelja.

Slík skip verða bygd í Spania, Turkalandi ella í Norra, men nógv flest verða bygd í Spania og í Turkalandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder