Innanlands

Arbeiði til 130 fólk á Varðanum Pelagic

Nýggja virkið á Tvøroyri fyri góða hálva milliard gevur nógv arbeiði í Suðuroynni

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-26 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verulig gongd er komin á virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri aftur, hevur tað við sær at nógv arbeiðspláss eru í oynni.

Á virkinum verður arbeitt í vaktum, og 30 fólk eru á hvørjari vakt. Arbeitt verður alt samdøgrið tá rávøra er, og koyrt verður í trium vaktum. Afturat teimum 90 í framleiðsluni eru tøknikar, sølufólk og onnur, og samanlagt fara 130 fólk at arbeiða á virkinum.

[object Object]Virkið varð tikið alment í nýtslu í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Men tað er ikki soleiðis at virksemið á Tvøroyri steðgaði tá virkið brann í grund 9. juni 2017. Beinanvegin fór uppruddingin í gongd, og 15 mánaðir seinni, síðst í august, landaði Tróndur í Gøtu fyrstu lastina til nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic

Kostnaðurin var 560 milliónir krónur, og samlaða grundvíddin á øllum bygningunum hjá Varðanum Pelagic er nú 20.500 fermetrar.

Sí eisini: Myndir: Rundsýning á Varðanum Pelagic

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder