Nýggi sørvágstrolarin, sum Tummas Henriksen hevur keypt, skal leingjast á skipasmiðjuni í Thyborøn, áðrenn skipið kemur til Føroyar.
Tað var í november, at tað gjørdist alment, at reiðarin í Sørvági hevði keypt trolaran Aalskere úr Orknoyggjunum, sum fekk navnið Vesturvarði.
Skipið skuldi síðan til Danmarkar, har tað skal leingjast, og verður eftir ætlan klárt seinast í februar í ár.
Hvat trolarin er keyptur fyri vita vit ikki, men skipið skal avloysa Vesturleika, sum sami reiðari seldi til Russlands í fjør. Tað er felagið P/f Suðringur, sum eigur Vesturvarða, sum eisini átti ein eldri trolara við sama navnið.
Hesin trolarin er nú seldur til upphøggingar á Skála, og loyvini flutt yvir á Vesturvarða.
Sum skilst so skal nýggi Vesturvarði leingjast við seks metrum, áðrenn skipið setir kós móti Føroyum.
Trolarin er bygdur 2020, og verður nýggjasti trolarin í heimaflotanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald