Havstovan: Í byrjanini av mai hýsti Havstovan einum arbeiðsfundi um viðbrekin havøkir.
Hetta var í sambandi við norðurlendsku verkætlanina NovasArc, har Føroyar, Ísland og Noreg samstarva. Seks granskarar luttóku á fundinum.
Viðbrekin havøkir – vulnerable marine ecosystems – eru økir, har korallir, ostar, sjótrø og sjófjarðar vaksa og kunnu fáa skaða av troling.
Í verkætlanini eru hesi økir kortløgd fyri alt økið í Norðuratlantshavi og samanborið við, hvar tað verður trolað.
Seinasta frágreiðingin um viðbrekin havøkir sæst her.
Økið sum verður granskað í NovasArc verkætlanini. Prikkarnir vísa, hvar prøvar, sum eru greinaðir í verkætlanini, eru tiknir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald