Innanlands

Arbeiðsleysur í fýra tímar

Auðinn Konradsson sigldi sítt gamla arbeiðspláss, Sjúrðarberg, av landinum, men fekk skjótt bjóðað nýtt arbeiði

Auðinn Konradsson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Auðinn Konradsson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-10-25 22:40 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Men tú veitst ikki, hvat goymir seg aftanfyri nýggju hurðina!

Tað sigur Auðinni Konradssyni, ið nú siglir sum dekkari við Borgaranum.

- Ja, eg var við til at sigla Sjúrðarberg til Noregs og har “avreiða” mítt gamla arbeiðspláss gjøgnum fleiri ár til russarar, sum keyptu trolaran. Men eg var bara arbeiðsleysur í fýra tímar, tá teir ringdu frá ísfiskatrolaranum Baki og spurdu, um eg kundi koma við.

- Eg var so við har í fimm túrar og dámdi væl, tá eg fekk bjóðað hýru við Borgaranum, sum eg sjálvandi ikki kundi takka nei til. Reiðaríið hevur roynt at skaffa so mongum monnum av Sjúrðarbergi hýru í reiðarínum sum gjørligt, og tað skulu teir hava bæði rós og takk fyri, sigur Auðunn Konradsson.

- Hetta er eitt gott skip við góðari hýru, men Sjúrðarberg var eisini eitt gott skip við eini góðari ella betri hýru. Harafturat var manningin sum ein stór og góð familja, ið nú er spjadd í ymsar ættir. Teir flestu hava tó fingið hýru aftur, meðan onkur arbeiðir uppi á landi, men “aktivi” Sjúrðarberg er tó burtur, sigur Auðunn.

Hóast Auðunn Konradsson er ein garvaður sjómaður, so er tað fyrstu ferð, hann er við pelagiskum skipi. Hann trívist væl umborð, hóast tey pelagisku trolini ikki eru løtt at fáa skil á, sigur hann skemtandi.

Borgarin landaði í dag góð 1100 tons av stórari sild til Kollafjørð Pelagic.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder