Innanlands

Arctic Viking fer framvegis at hava heimstað í Kollafirði

Í dag sendi reiðaríið út tíðindaskriv um at P/f Líðin hevur selt Arctic Viking til JFK Trol, tó skiftir skipið ikki heimstað ella navn

Arctic Viking (Savnsmynd: Skipalistin)

Arctic Viking (Savnsmynd: Skipalistin)

2023-03-27 20:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

- Arctic Viking kom til Føroya í juni 1986, og hava vit sostatt 37 ár á baki, so hetta má kallast okkara lívsverk. 

Soleiðis byrjar fyrrverandi reiðarin, Jóhan Joensen, í Kollafirði, tíðindarskrivið, sum er sent út í dag.

- Ikki sørt, at tað var við blandaðum kenslum og sorgblídni at síggja skipið sigla út eftir Kollafirði fyri seinastu ferð við P/f Líðini sum eigara, eftir at vit høvdu tikið avgerð um at selja skipið, verður sagt víðari.

Orsøkin til søluna er tó einføld, og grundað.

- Vit hava ikki nóg mikið av rættindum at dríva lønandi fiskiskap alt árið, og hava einans kvotur til fiskiskap eftir rækjum í Barentshavinum, og hesin fiskiskapurin er einans lønandi í tíðarskeiðnum frá mars til og við september, verður sagt víðari í skrivinum til miðlarnar í dag.

Reiðaríið vísir eisini á, at fyrr hevði skipið rættindir til rækjur í Eysturgrønlandi og á Flemish Cap, men hesi rættindir eru mist, ið vóru partur av avtaluni, sum vóru millum Føroyar og ES, og tí hevur eingin fiskiskapur verið síðan fiskivinnusamstarvið slitnaði fyri tveimum árum síðan, og eingi rættindir eru vunnin aðrastaðins.

Reiðaríið vísir eisini á, at í 2020 var umleið helmingurin av umsetninginum hjá Arctic Viking undan Eysturgrønlandi.

Sagt verður eisini, at álitið í fleiri ár var Flemish Cap, men har er eingin rækjufiskiskapur longur.

JFK Trol keypti seg inn í felagið í 2021

Í september í 2021 keypti JFK Trol seg inní reiðaríið. Tó var ikki greitt, hvussu stóran part reiðaríið í Klaksvík hevði keypt av P/f Líðini.

Tá varð sagt, at tað var ikki ynskiligt, at upplýsa slíkt.

Áðrenn Hanus Hansen kom upp í felagið, vóru teir sjey eigarar í felagnum. Hanus Hansen kom upp í nevndina í partafelagnum sum áttandi maður. 

Samstarvið hevur eydnast somikið væl, at JFK trol nú hevur keypt Arctic Viking við kvotum, men sama manning fer framvegis at sigla við skipinum, umframt at skipið fer at varðveita sama navn og heimstað. Sostatt verður Arctic Viking framvegis heimahoyrandi í Kollafirði.

- Seinastu tvey árini, hava vit fingið tillutað  tosk frá JFK í norska og russiska partinum av Barentshavinum, og hevur hetta bjargað rakstrinumm sigur reiðaríið.

Arctic Viking er bygdur sum rækjutrolari í 1986, men varð í 2019 umvældur fyri 30 milliónir krónur, tá skipið eitt nú fekk nýggjan høvuðsmotor umframt ymsar stórar dagføringar.

Arctic Viking hevur rækjuloyvir í russiskum sjógvi, við Svalbarð og í altjóða sjógvi.

Í 2021 keypti skipið rættindi til eisini at fiska kongafisk, svartkalva og annan fisk í altjóða Nafo-øki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder