2020-12-11 06:22

Rækjutrolarin Arctic Viking kom fyrr í vikuni á Kollafjørð, har teir skuldu landa.
Teir høvdu tilsamans 276 tons, har meginparturin av veiðuni - 216 tons var svartkalvi, sum teir hava fiskað á Flemmish Kap, meðan 60 tons vóru rækjur.
Skipari hendan túrin var Bjarni Petersen, og tá ið Arctic viking loysir aftur, veerður tað Niklái Petersen, sum verður skipari.