Innanlands

Arctic Viking seldur til JFK Trol

P/F Líðin í Kollafirði hevur átt skipið, síðan tað var bygt í 1986

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-27 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

JFK Trol hevur keypt rækjutrolaran Arctic Viking frá P/F Líðini í Kollafirði.

Skipið varð bygt á Langsten Slip & Båtbyggeri AS, Tomrefjord í Noregi í 1986, og hevur P/F Líðin átt skipið øll árini.

Í P/F Líðini siga tey, sambært jn.fo, at samstarvið við JFK hevur verið fyrimyndarligt, og ynskja tey teimum góða eydnu framyvir.

Skipið fer framvegis at eita Arctic Viking, og fer tað eisini at sigla við somu manning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder