Einasti rækjutrolarin, sum er eftir í føroyska flotanum, skal landa rækjur áðrenn arbeiðið at skifta høvuðsmotorin fer í gongd.
Veiðan - 250 tons av stórum og kókaðum rækjum - skal landast her heima, og síðan fer arbeiðið í gongd við at skifta høvuðsmoturin umborð.
Tað var í juni í fjør, at tað varð avdúkað, at tað bleiv Mest í Havn, sum skuldi gera stóra arbeiðið umborð á rækjutrolaranum.
Arctic Viking hevur í dag ein Wärtsilä Vasa høvuðsmotor.
Nýggi høvuðsmotorurin verður ein Wartsila 6L 32 og generatoreindirnar vera av merkinum Cummins Model QSK19-DM.
Arctic Viking varð bygdur í Norra í 1986, og hevur havt somu eigarar øll árini. Skipið er nógv dagført síðan tað varð bygt, og nú eru tað høvuðsmotorurin og hjálpimotararnir, sum skulu skiftast.
Arbeiðið tekur umleið tveir mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald