Innanlands

Arctic Voyager fiskað kvotuna í norskum sjógvi

Arctic Voyager hevur 195 tons við til lands

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-09-18 21:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.

Arctic Voyager hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Skipið byrjar at landa til Pelagos tíðliga í morgin, og Arctic Voyager hevur nú fiskað kvotuna eftir makreli í norskum sjógvi.

Óvist er hvat Arctic voyager fer at fiska tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder