Innanlands

Arctic Voyager hevur landað makrel í Fuglafirði

Arctic Voyager hevur landað 600 tons av makreli til Pelagos

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-09-22 13:25 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvaskipið Arctic Voyager hevur landað makrel í Fuglafirði.

Teir komu á Fuglafjørð í gjár við umleið 600 tonsum av makreli, sum varð landaður til Pelagos, har makrelurin verður framleiddur til matna.

Arctic Voyager hevur fiskað í norskum sjógvi hendan túrin.

Í løtuni eru einans Fagraberg, Norðborg og Næraberg á makrelfeltinum í norskum sjógvi. 

placeholder
placeholder